Síðani kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, er tað vorðið nógv dýrari at reka.
Eitt yvirlit, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum hevur gjørt, vísir, at nú arbeiða 86 fólk fleiri í eldraøkinum enn tað gjørdi, tá ið landið yvirtók tað. Tó verður einki sagt um, hvussu hetta hevur ávirkað tænastuna á eldraøkinum.
Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu gongdin hevur verið í starvsfólkatalinum síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at áðrenn kommunurnar yvirtóku eldrarøktina, vóru 703 ársverk í eldrarøktini.
- Øll hesi starvsfólkini vórðu flutt út til kommunurnar í sambandi við útleggingina av heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Hon sigur, at tað er sera torført at gera upp, hvussu nógv starvsfólk eru í fyrisitingini, og hvussu nógv eru í sjálvari røktini.
Men í Eldradeplinum hjá Almannaverkinum vóru 365 ársverk. Í mars í 2014 varð gjørt upp, at eini 37 ársverk vóru í leiðsluni og í fyrisitingini, níggju skrivarar og bókhaldarar og 28 leiðarar. Men harumframt gjørdi umsitingin hjá Almannaverkinum annars, ymisk arbeiði fyri Eldradepilin.
Men nú kommunurnar hava yvirtikið økið, eru 790 ársverk í eldrarøktini. Tað merkir at tað eru 87 starvsfólk fleiri nú, enn tað vóru frammanundan. Av teimum eru 35 ársverk í fyrisitingini, og sostatt eru færri leiðarar nú enn áður.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hendan uppgerðin er eitt sindur óviss, tí nógvastaðni verða bygnaðarbroytingar gjørdar, og tí kann myndin broytast skjótt.
Tað er eisini ymiskt, hvussu eldraøkið verður fyrisitið. Í summum førum er fyrisitingin ein partur av einari kommunalari fyrisiting, men aðrastaðni er fyrisitingin ein sjálvstøðug eind uttanfyri kommunurnar og tað kann ávirka talið.
Annars er starvsfólkatalið í sjálvari miðfyrisitingini ikki minkað, síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið.
- Starvsfólkið arbeiðir á fleiri málsøkjum ísenn og tey eru sostatt ikki markað til at arbeiða við einum ávísum øki.
- Hóast eldraøkið í dag er ein kommunal uppgáva, er tað framvegis uppgávan hjá Almannamálaráðnum at tryggj at lóggávan á økinum verður dagførd.
Eisini verður arbeitt við at fáa greiðar mannagongdir fyri, hvussu myndugleikarnir samskipa tænastur til borgarar, sum hava tørv á hjálp frá fleiri almennum tænastum ella skipanum.
Hinvegin vórðu fýra fólk søgd upp á Almannaverkinum, umframt at aðrar sparingar vórðu gjørdar.