Sumbiar kommuna, sum umframt Sumba eisini fevnir um bygdirnar, Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akrabyrgi, hevur millum lægstu ansingargjøld í Føroyum.
- Hóast vit hava lækkað skattin tvær ferðir, hava økt barnafrádráttin og hava lækkað barnaansingargjøldini, halda inntøkurnar fram at veksa, og tað fegnast vit sjálvsagt um.
Borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen, sigur, at sitandi bygdaráð tvær ferðir hevur lækkað skattaprosentið - úr tilsamans 21 niður í 19 prosent, og haraftrat hava tey lækkað barnaansingargjøldini.
- Okkara hægsta barnaansingargjald er 1500 krónur, sum er fyri fyrsta barnið og síðan 750 krónur fyri tað næsta. Haraftrat er barnafrádrátturin 6.500 krónur fyri hvørt barnið, sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu.
In.fo kann leggja aftrat, at í onkrum kommunum kosta tvey børn í barnagarði - eitt í vøggustovu og eitt í barnagarði - yvir 4.000 krónur um mánaðin.