Hava selt yvir fýra túsund atgongumerki

Tað verður næstan fullsett, tá Føroyar í kvøld taka móti Eysturríki

Í kvøld klokkan 19.45 verður HM-undankappingardystur millum manslandsliðini hjá Føroyum og Eysturríki á Tórsvølli. Tað er líkt til, at tað verður næstan fullsett til dystin.

 

Fótbóltssambandið boðar frá, at 4.200 atgongumerki eru seld og vónin er, at tey seinastu atgongumerkini verða seld í kvøld.

 

- Í løtuni eru umleið 4.200 atgongumerki seld, og av teimum eru umleið 300 farin til eysturríkskar fjepparar. Vónandi fer at eydnast at fylla Tórsvøll aftur hesaferð, so føroyski tjóðarleikvøllurin aftur kann bera okkara landslið fram til eitt ógloymandi úrslit. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum, skrivar Fótbóltssambandið.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 15, tá FM1 endursendur 30 ára haldið fyri sigrinum á Eysturríki. Frá klokkan 18 verður sent beinleðis av Tórsvølli.