Eftir jólahøgtíðina hevur Fiskamarknaður Føroya havt opið í dag sum vanligt, men tað eru bert smávegis ráfiskanøgdir, sum eru seldar á marknaðinum í dag.
Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at marknaðurin í dag hevur selt umleið seks tons av útróðrarfiski.
- Vit hava soleiðis selt veiðina hjá útróðrarbátunum, Kallanesi og Bjørgvin í Klaksvík og hjá útróðrarbátinum Heidi á Toftum.
Hann vísir á, at Heidi hevði umleið 1600 pund, og bátarnir úr Norðoyggjum høvdu so restina av teimum umleið 12.000 pundunum.
- Prísirnir fyri tosk lógu í dag millum 11 og 18 krónur fyri kilo, og hýsan fór fyri millum 15 og 19 krónur fyri kilo. Hetta er hampiligur fiskaprísur, sigur stjórin.
Jens Christian Olsen vísir á, at Fiskamarknaður Føroya hevur opið aftur mánadagin, og tá verða eisini onkrar smærri nøgdir av útróðrarfiski seldar á uppboðssøluni.
- Mánadagin komandi hava vit opið sum vanligt, og týsdagin - gamlaársdag - verður opið til middags. Eftir nýggjárshalguna verður opið aftur hósdagin 2. januar 2014 sum vanligt, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya.
Myndina av Kallanesi, sum in.fo hevur lánt, eigur www.skipini.fo.
|