Hann sigur, at felagið hevur fingið nógvar teldupostar úr Føroyum, har fólk ynskja felagnum vælkomið.
? Vit hava eisini støðugt fingið bíleggingar, síðani vit byrjaðu søluna. Vit eru komin upp á eini 100 seldar ferðaseðlar higartil, sigur Jesper Rungholm.
Hann sigur, at felagið ætlar at gera sær stóran ómak við tænastuni umborð á flogfarinum, sum skal flúgva millum Føroyar og Danmark.
Fyrsta ferðin verður tann 18. desember.