Hava satsað nógv fyri at sleppa út í heimin

? Vit hava sett okkum høg mál og tí ert tað neyðugt hjá okkum at líta út í heim, sigur Torkil Holm Petersen, stjóri á Formula í Havn

Ársins átak

-Á føroyska telduvirkinum, Formula, hava tey sett sær høg mál.
Men fyri at røkka málum, hava tey eisini verið til reiðar at vága nakað.
Úrslitið av hesum fekk Formula fyrr í ár, tá ið tey sluppu inn í hitan hjá størstu fyritøku í Evropa, sum er týska fyritøkan, Siemens, ið hevur starvsfólk í hundraðtúsundatali í nógvum londum.
Fríggjadagin fekk Formula eina viðurkenning afturat, tá ið ein dómsnevnd undir Vinnuhúsinum gjørdi av, at velja samstarvsavtaluna ímillum Formula og Siemens til ársins átak í føroyskum vinnulívi í ár.
Formula Fo, sum hevur stívliga 20 ár á baki, er størsta telduvirki í Føroyum. Tað arbeiða 62 fólk í fyritøkuni, sum seldi fyri 88 milliónir í fjør.

Hava stór mál
? Sum størsta fyritøka í landinum á hesum øki, eiga vit at ganga á odda og at vísa á nýggjar leiðir, sigur Torkil Holm Petersen, stjóri í Formula.
Hann dylir ikki fyri, at tey á Formula hava sett sær høg mál.
? Og hóast føroyski marknaðurin als ikki skal undirmetast, verður tað neyðugt hjá okkum at royna at fáa vørur okkara út í heim, tí tað skerst ikki burtur, at føroyski marknaðurin er ikki so stórur.
? Hin møguleikin er at seta sær lægri mál, men tað hava vit ikki hug til.
Torkil Holm Petersen sigur, at tað er dýrt at seta sær høg mál.
Men eitt úrslit av hesum er forritið ?Total View?, sum Formula hevur ment og sum
stóra fyritøkan, Siemens, nú skal selja fyri tey, eins og vit hava greitt frá í aðrari grein í blaðnum.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv tað hevur kostað at ment forritið ?Total View?, men hann sigur, at tað hevur kostað eina tveysiffraða milliónaupphædd og at tað hevur tikið teimum seks ár.
? Skulu vit framvegis hava so høg mál, sum vit vilja hava, verður tað sostatt neyðugt at líta út í heim.
Í hesum førum hevði Siemens ment ein nýggjan telefonvekslara, men teir høvdu onki forrit til hann og tað endaði so við, at Siemens fekk so stóran áhuga fyri okkara forriti, at tey vilja selja tað fyri okkum, sigur Torkil Holm Petersen.

Útlitini góð
Hinvegin verður forritið ?Total View? eisini selt í Føroyum.
Og Torkil Holm Petersen er ikki minst fegin um søluna á heimamarknaðinum.
?Tað ger tað møguligt hjá okkum at menna forritið hjá góðum og krevjandi samstarvsfeløgum í nærumhvørvinum.
Hann nevnir eitt nú, at Mentamálaráðið brúkar skipanina og tað eru teir avbera fegnir um, tí tað hevur gjørt, at tað ber til at menna forritið, so at tað er heilt liðugt, áðrenn tað fer út í heim.
? At vit hava fingið eina fyritøku sum Siemens at selja forritið, er eisini ein fortreyt fyri at tað skal eydnast, tí hon er stór og sterk og marknaðarføringin er so dýr, at tað er næstan vónleyst hjá eini fyritøku sum okkara.
Men tað hevur eisini tann fyrimun, at so kann Formula brúka alla orku uppá at menna forritið alla tíðina.
?Endamálið er at byggja forritið úr og at koma við nýggjum útgávum javnan, so at tey, sum brúka tað, fáa størri og størri gleði av tí alla tíðina.
? Men at vit eisini fáa selt tað uttanlands, hevur so eisini tað við sær, at tað ber til at selja tað í Føroyum fyri sama prís, sum tað verður selt uttanlands. Og skuldi tað bara verðið selt í Føroyum, hevði tað verðið nógv dýrari. Tað er ógvuliga dýrt at menna slík forrit og skal tað gerast til føroyska marknaðin burturavav, hevði prísurin verðið lutfalsliga høgur fyri at vinna útreiðslurnar innaftur,tí at føroyski marknaðurin ikki so stórur,
Stjórin á Formula sigur, at enn verður ?Total View? selt í Danmark, Noregi og í Svøríki. Seinni verður tað eisini selt í øðrum londum.
Og fyribils er hann væl nøgdur við úrslitið, tí hóast forritið kom á marknaðin fyrr í ár, hevur undirtøkan verið góð. Kortini heldur hann, at tað gongur eitt ár, áðrenn tað ber til at siga, hvussu úrslitið verður. Men útlitini eru góð.
Total View er ikki einasta forrit, sum Formula selur uttanlands. Torkil Holm Petersen nevnir eitt nú, at eitt annað forrit hjá Formula, sum eitur Patsec, og sum er til sjúkrahús, verður eisini nokk so nógv selt og í Danmark eru tað nú eini 45% av sjúkrahúsunum, sum brúka tað.







?