Nú verður farið undir at gera skotvøll í Klaksvík.
Tað hevur býráðið í Klaksvík nú einmælt samtykt.
Skotvøllurin skal verða á Bumshamri, og tey halda, at har liggur hann væl, tí tað er nakað burtur frá húsum, tað sæst ikki út býnum - og kommunan eigur longu økið.
Kommunan skal nú standa fyri lendisarbeiðnum og peningur skal setast av á fíggjarætlanini fyri næsta ár
Talan er um vøll har tey fara at skjóta eftir leirdúgvum og býráðslimir taka væl undir við, at tey mongu har norðuri, sum eru áhugað í at skjóta, eisini fáa umstøður til at røkja sítt frítíðarítriv.
Og býráðslimir hildu, at tað var einki at bíða við at fáa gongd á málið.
Men býráðslimir vísa eisini á, at fyri at verja umhvørvið, skal skotvøllurin leggjast soleiðis at tey ikki skjóta út á sjógv











