Hevði val verið í Noregi í dag, hevði Arbeiðaraflokkurin fingið stóra framgongd samanborið við seinasta val, og orsøkin er uttan iva yvirgangurin næstseinasta fríggjadag. Eftir einari nýggjari meiningakanning hjá Dagbladet hevði flokkurin fingið 41,7 prosent av atkvøðunum ella 11 prosentstig meiri enn á seinasta vali.
Í okkara eygum er hetta enn ein mynd av samhuga frá norska fólkinum eftir atsóknirnar í Oslo og á Utøya, og at vit svara yvirgangi við meiri demokratii, sigur Odd Erik Stende, sum er varaaðalskrivari í Arbeiðaraflokkinum.
Meiningakanningin gevur samstundis flokkunum á høgravonginum munandi afturgongd. Høyre fer frá 28,5 prosentum í juni niður í 23,7 prosent, og Framburðsflokkurin fær 16,5 prosent ímóti 19,6 í síðsta mánað.