Klaksvík: Klaksvíkar Ítróttarfelag stendur um vikuskiftið fyri sølustevnu. Stevnan, sum er í KÍ-høllini, lat upp í gjárkvøldið, og hon heldur fram til sunnukvøldið.
Jógvan Eliasen, sum er nýggjur leiðari í Atlantis, skuldi seta stevnan seinnapartin í gjár.
Leygarkvøldið klokkan 19.00 verður mótasýning, sunnudagin kl. 16.00 verður aftur mótasýning, og kl. 17.00 vitjar jólamaðurin.
Leygarkvøldið kl. 18.00 fer landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen at vitja í KÍ-høllini, og KÍ fer at avdúka onkran nýggjan spælara, sum skal spæla í felagnum komandi ár.
33 útstillarar eru við á sølustevnuni í KÍ-høllini.