Hava roynt at keypt økið aftur

- Eg kann vátta, at vit hava roynt at fingið hendur á økinum aftur, men higartil hevur tað ikki eydnast, sigur Heðin Mortensen, formaður í byggi-og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Egholmstrøð

Heðin Mortensen er formaður í byggi-og búarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann sigur í stuttari viðmerking til málið um Egholmstrøð, sum vit umrøða á hesi síðuni, at ein samdur meiriluti í Tórshavnar býráði hevur verið í samráðingum við eigaran av umtalaða grundøkinum, sum er Hanus Olsen, byggimeistari.
- Eg kann vátta, at vit hava roynt at fingið hendur á økinum aftur, men higartil hevur tað ikki eydnast. Vit eru ikki komnir ásamt um prís, ei heldur nakað annað, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at eftir at kommunan hevði keypt nevnda matrikkulnummar frá Torvaldi Poulsen, lýsti kommunan tað til sølu.

12 í búðir

- Hanus keypti matrikkulnummarið fyri einum 2-3 árum síðan og søkir nú kommununa um at sleppa at byggja 12 íbúðir har.
Heðin Mortensen vísir á, at kommunan kann ikki taka matrikkulnummarið frá manninum aftur, men hevur áhuga fyri at keypa tað aftur, um partarnir koma ásamt um eina líkinda avtalu.
- Tað er ein samdur meiriluti í býráðnum, sum fegin vil hava økið aftur, men tað er so ikki eydnast higartil, sigur formaðurin í byggi-og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.