Hava riggað til stevnu í fleiri vikur

Brúk er fyri eini ørgrynnu av hjálparfólki, skal tað lata seg gera at hava eina stevnu

Á fjórða hvørjum ári er vestanstevnan í Miðvági. Hini árini skiftir hon millum Sandavág, Sørvág og Vestmanna.

Hetta ger, at tá stevnan umsíðir kemur á staðið, mugu ítróttarfeløgini, sum skipa fyri, fáa sum mest burtur úr.

? Stevnan hevur nógv at týða fyri okkum og kappróðrarfelagið, sigur Johannes Ellefsen, sum er formaður í Miðvágs Bóltfelag.

? Vit gera eisini nógv burtur úr tá stevnan er her og vit hava riggað til í næstan tveir mánaðir nú. Vit hava rudda og mála og annars fríðka um til stevnuna, sigur hann.

Tað skulu nógv fólk til eina stevnu, ikki bert gestir, sum kunnu brúka tíð og pengar á stevnuni, men eisini fólk, sum kunnu hjálpa til. á ymsan hátt.

? Vit hava nógv tiltøk, og tað skulu nógv hjálparfólk til, fyri at tað skal lata seg gera at hava stevnuna. Men tað hevur gingið væl hjá okkum at finna fólk, og tað verður eitt stórt tal, sum ger eitt arbeiðið fyri okkum um vikuskiftið, sigur Johannes Ellefsen.

? Eitt er, at vit eru væl fyrireikaði, men nakað heilt annað er veðrið, og tað kunnu vit einki gera við. Veðrið hevur alstóran týdning fyri stevnuna, og tað vóna vit, at tað verður gott, so vit kunnu hava ein góða stevnu.