Hava reist bygningin til nýggju frystigoymsluna

Nýggja frystihøllin hjá Pf. Poul Michelsen reist

 

Í gjár var nýggja frystihøllin hjá Pf. Poul Michelsen á Hoyvíksvegnum í Havn reist.

Høllin er góðar 1.600 fermetrar í tveimum hæddum við parkeringskjallara í niðaru hædd.

Høllini verður bygd upp í bygningin við Hoyvíksvegin, sum upprunaliga varð bygdur í 1979, tá fyritøkan flutti úr kjallaranum í heiminum hjá Poul Michelsen í Gundadali, har fyritøkan hevði verið, síðani hon varð stovnað í 1974. Bygningurin við Hoyvíksvegin, sum er bygdur á trøðni hjá abba Poul Michelsen, er fleiri ferðir útbygdur síðani 1979, tá hann var 620 fermetrar. Tá helt Poul Michelsen, at hann var so stórur, at hann hugsa um, hvønn hann skuldi fáa inn í bygningin sum leigara.

Pf. Poul Michelsen keypti herfyri grannastykkið norðan fyri bygningin við Hoyvíksvegin, soleiðis at pláss var at byggja frystigoymsluna.

Arbeiðið gongur eftir ætlan.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##