Í morgin skipar Roklubben Knørrur fyri árligu regattaini í Hvidovre.
Hetta er fjórðu ferð í ár, at manningarnar rógva, og spenningurin er stórur. Millum manningar eru báðar dreingjamanningarnar hjá Knørri, sum blivu ávíkavíst nummar eitt og fýra á ólavsøku.
Tað verða sjey róðrar í 6-mannaførum á teininum, sum er 1000 metrar. Við eru kvinnur, menn, nordisk, gentur, dreingir, veteranar kvinnur og veteranar menn. Í alt eru 17 manningar meldaðar til róðurin leygardagin.
Eisini verður møguligt at keypa mat og drekka á staðnum. Seinni um kvøldið fer Jens Marni Hansen at undirhalda
Regattaðin verður hildin í Hvidovre Havn, og róðurin avgreiddur í Kalveboderne.










