Hava rættað skeivar upplýsingar um Føroyar

Danskir skúlanæmingar læra ikki longur, at grindadráp er ein veitsla og at seyður verður flettur í sølumiðstøðum í Føroyum

 

– Grindadráp er ein veitsla og føroyingar fletta seyð í sølumiðstøðum.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at hetta stendur í undirvísingartilfari um Føroyar, sum skúlanæmingar í Danmark hava til taks.

 

Hann hevur áður víst á, at danir vita alt ov lítið um Føroyar, men hann heldur, at tað hevur avgerandi týdning, at tilfarið, sum er til taks, er rætt. Men sum er, styrkir sumt av tilfarinum heldur fordómarnar um Føroyar enn tað bøtir um vitanina, sigur hann.

 

Tískil hevur hann í seinastuni spurt danska ráðharran í undirvísingarmálum, Merete Riisager, hvat hon ætlar at gera við málið

 

Sjúrður Skaale sigur, at tað hevur hjálpt, tí skeivleikarnir eru rættaðir. Men hinvegin staðfestir danski undirvísingarmálaráðharrin, at hon hevur ikki heimild at áleggja skúlunum, hvussu teir skulu undirvísa, tí tað er ein spurningur ímillum kommunurnar og skúlarnar.

 

Tí ber tað ikki til hjá henni at áleggja skúlum at undirvísa í ríkisfelagsskapinum. Hinvegin heldur hon, at tað undirsvísing um ríkisfelagsskapin átti at verið ein partur av undirvísingini í samfelagslæru, landalæru, søgu og donsku.

 

Stjórnin leggur stóran dent á at kunna donsk børn um Føroyar og Grønland, tí tað er við til at halda lív ríkisfelagskapinum, eisini hjá tí yngra ættarliðnum, sigur Merete Riisager.

 

Hóast undirvísingin ikki er kravd, hava skúlar í Danmark góðar møguleikar at taka ríkisfelagsskapin við í undirvísingini, sigur hon.