Tað er nú greitt, at allir teir mongu føroyingarnir, sum arbeiða uttanlands, ella sigla við útlendskum skipum, skulu hava ein skattafrían frádrátt upp á 300 um dagin.
Og so er tað líka mikið um einasta útreiðsla, teir veruliga hava, eru 10 krónur til eitt krúss av kaffi.
Hetta er nú endaliga staðfest í Eystara Landsrætti.
Einasta treyt er, at viðkomandi er uttanlands í minst 100 dagar um árið, ella er uttanlands í minst tveir mánaðir samanhangandi.
Og hetta kemur væl við hjá øllum teimum hundraðtals ella kanska túsundtals arbeiðsfólkum, handverkarum og sjófólkum, sum forvinna til dagligt breyð uttanlands.
Tí Taks hevur annars bara viljað viðurkent, at tær veruligu útreiðslurnar, sum kunnu skjalprógvast, kunnu dragast frá.
Kravdi at fáa alt
Hetta fekk ein sjómann at leggja sak ímóti Taksi, tí hann metti, at samdøgurfrádrátturin upp á 300 krónur, var ein fastur frádráttur, har tað ikki var neyðugt at skjalprógva útreiðslurnar.
Malið varð reist sum eitt prinsippmál fyri at fáa staðfest endaliga, hvussu reglarnar um samdøgurfrádrátt skulu skiljast.
Málið hevur bæði verið til viðgerðar í skattakærunevndini, í Føroya Kærustovni og í Føroya Rætti og allir partar góvu sjómanninum viðhald.
Allir teir tríggir stovnarnir staðfestu, at bara skattgjaldarin kundi vísa á, at hann hevði havt útreiðslur av at arbeiða ella sigla uttanlands, skuldi hann kunna draga 300 krónur frá um dagin uttan at skula skjalprógva nakrar útreiðslur.
Tí gjørdi Taks av at royna málið eina seinastu ferð í landsrættinum.
Í hesum ítøkiliga málinum kundi maðurin staðfesta, at hann hevði havt eina útreiðslu upp á 100 krónur um dagin til kost umborð á skipinum, hann var við.
Hann hevði verið burtur í 225 dagar og tí vildi Taks bara geva honum ein frádrátt upp á 22.500 krónur.
Hinvegin kravdi maðurin at fáa ein frádrátt upp á 300 krónur um dagin í allar teir 225 dagarnar, hann hevði verið burtur.
Sostatt kravdi hann at fáa ein frádrátt upp á 67.500 krónur í alt.
Fastur frádráttur
Málið er nokk so tekniskt við lógum, kunngerðum og rundskrivum og reglarnar fyri frádrátt eru broyttar fleiri ferðir.
Men fyri at gera eina stutta søgu langa, vísti sjómaðurin á, at frádrátturin upp á 300 krónur var ein fastur frádráttur, sum politiski myndugleikin hevði ásett fyri at gera tað lættari og bíligari at umsita.
Hinvegin førdi taks fram, at fortreytin fyri at fáa frádrátt er sjálvandi, at talan er um eina veruliga útreiðslu. Ætlanin var alla tíðina, at útreiðslurnar skuldu skjalprógvast og at upphæddin upp á 300 krónur um dagin skulu roknast sum eitt hámark.
Tá ið málið varð tikið upp til dóms, kom Landsrætturin til somu niðurstøðu sum bæði skattakærunevndin, Føroya Kærustovnur og Føroya Rættur.
Og tann niðurstøðan er, at frádrátturin upp á 300 krónur, er ein fastur frádráttur, sum skattgjaldarin ikki hevur fyri neyðini at skjalprógva.
Sostatt er tað endaliga staðfest, at tann, sum er burtur allar 365 dagarnar í einum ári, hevur sostatt rætt til ein frádrátt upp á 109.500 krónur, hóast einasta veruliga útreiðsla, viðkomandi hevur havt, eru 100 krónur til ein hýruvogn.
Á Taksi duga tey ikki at siga, hvussu nógv arbeiðsfólk ella sjófólk, skulu hava pengar aftur frá fyri at hava goldið ov nógv í skatti, tí tey ikki hava fingið fullan frádrátt.