- Tað er dýrt at gera íløgur í grøna orku. Men trupulleikin er bara, at brúkarar í Føroyum í dag megna ikki at gjalda alt hetta í einum.
Tað staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, á eykaaðalfundinum hjá SEV mánadagin, tá ið hann ikki vildi taka undir við uppskotinum hjá SEV um at hækka prísin á streymi 10 oyru fyri kilowatt tíman á nýggjárinum.
- Íløgurnar í varandi orku hava langa livitíð. Tí kunnu vit bæði taka langfreistað lán og hava langa avskrivingartíð, so at dagsins brúkarar ikki eisini skulu gjalda allan kostnaðin av grønu orkuni fyri framtíðar brúkarar.
- Harafturat eiga vit at endurskoða íløguætlanina og strekkja hana yvir eitt longri áramál fyri at gera tørvin á at hækka prísin minni, segði borgarstjórin í Havn, sum eigur 20 av teimum tilsamans 65 atkvøðunum, sum eru á aðalfundinum.
Heðin Mortensen spurdi eisini, hvønn leiklut, landið skal hava í sambandi við ætlanina at útbyggja grønu orkuna.
- Í dag setir landið krøv til orkupolitikkin uttan at taka støðu til, hvussu hetta skal fíggjast.
- Aðrastaðni fylgja fíggjarligar virkisætlanir við bæði innanlands og altjóða fígging við, tá ið stór og dýr mál verða sett.
- Vit eiga at krevja, at landið tekur sín part av ábyrgdini, tí tað sigur seg sjálvt, at brúkarin megnar ikki at rinda eina so umfevnandi og dýra umlegging til grøna orku einsamallur og í einum.
Heðin Mortensen minti á, at tað er ikki fyrrenn nú, at vit av álvara seta hol á eina nýggja tilgongd at leggja um til veruliga grøna orku, og ikki bara í vatnverk, sum er varandi orka.
- Tí er vandi fyri, at verður prísvøksturin ov ógvusligur, køva vit ta vælvild, ið skal til fyri at kunna gera neyðugu íløgurnar í framtíðini ov ógvusligur køva vit ta vælvild, ið skal til fyri at neyðugar íløgur kunnu gerast í framtíðini.
Verður prísurin hækkaður 10 oyru í 2012, ber til at gera neyðugu íløgurnar í grøna orku, soleiðis at vit gerast minni heft at olju.
- Við tillagingum og við at leingja íløgutíðarskeiðið, ber væl til at gjønumføra tað sum lagt er upp til í íløguætlanini, samstundis sum vit avmarka ávirkanina á samfelagið annars, sigur Heðin Mortensen.
Les eisini greinina: SEV má aftur hækka prísin á streymi í 2013 og greinina: Ikki rætt at fáa prísin
á streymi upp í skattin