Hava pumpað vatnið úr skipinum

Grovur ælingur setti omanyvir Pollin og Kunoyarnes, tá ið Brimil setti á at toga Atlantic Navigator av Kunoyarnesi Tað gekk ein løta frá tí, at Brimil kom undir Kunoyarnes og inntil tað var klárt at seta á at fáa Atlantic Navigator av. Trossar skuldu fáast umborð og riggast til, og heitt varð á smábátarnar, sum hava verið tættir, um at geva seg eitt sindur til viks.

Júst tá ið Brimil setti á, setti ein grovur ælingur oman yvir Pollin og Kunoyarnes. Veðrið er annars gott.

Fyri at lætta um gronina á Atlantic Navigator pumpaðu teir 230 tons av vatni úr, sum vóru í tanganum fremst í skipinum. Tað tekur eina løtu at fáa vatnið úr skipinum.

Klaksvíkingar fylgja væl við í, hvussu tað gongst at fáa stolta skipið av aftur. Ein rúgva av bilum er á Ánarvegnum, og tað verður dúgliga lurtað á VHFunum.

Umframt Brimil eru onkur størri før í nánd av Kunoyarnesi. Eitt nú Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag og línuskipið Ågot.