Ein av mest umstríddu lógarbroytingunum hjá CEF-samgonguni var ætlanin at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini og í staðin hækka útgjaldið úr samhaldsfasta.
Eftir eitt hart orðaskifti varð broytingin samtykt og nú fyrsta útgjaldið hevur verið síðani broytingina, fær Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, høvi at greiða frá um avleiðingarnar av broytingini.
Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur nevniliga sett landsstýriskvinnuni ein munnligan fyrispurning, har hon spyr um fólkapensjónistar hava meira ella minni um hendi aftaná umleggingina.
Sjálv skrivar tingkvinnan í viðmerkingunum, at hon metir, at fólk eru glað fyri broytingina, men ynskir hon nøkur ítøkulig tøl frá landsstýriskvinnuni.
- Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina.
- Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni, skrivar tingkvinnan fyri Tjóðveldi.

Hava pensjónistarnir meira eftir nú















