Nú Føroya Arbeiðarafelag fyllir 75 ár mánadagin, er ikki ætlanin, at dagurin skal fara afturvið borðinum uttan víðari.
Sjálvan føðingardagin er ætlanin at hava opið hús mestsum allan dagin. Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er at hava opið hús í felagshúsinum í Tjarnadeild 5 í Havn, frá klokkan trý seinnapartin mánadagin, til klokkan 8.30 um kvøldið.
Har verður okkurt smávegis ábit undir tonnina og eitt glas at fáa. Og Ingeborg Vinther sigur, at har eru fólk vælkomin at støkka inn á gólvið, ikki minst limir í felagnum, men sanniliga eisini fólk, sum Føroya Arbeiðsfelag samskiftir við, eins og grannar og fólk annars.
Forkvinnan sigur, at ætlanin er at hava opið til út á kvøldið, fyri at eisini limir skulu hava møguleikan at koma inn á gólvið aftaná arbeiðstíð.
Men tað er eisini ætlanin at gera næsta aðalfundin til nakað serligt. Hann verður í mars mánaða og har møta umboð fyri tey ymsu lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag og tá verður gjørt eitt sindur meiri burturúr enn vanligt hevur verið á aðalfundum