Hava ongantíð rindað so nógvan skatt sum í fjør

Ongantíð áður hevur hon rindað so nógv í skatti

Tað gekk so mikið væl í føroysku alvinnuni í fjør, at tilsamans rindaði hon 426 milliónir í skatti, ella næstan eina hálva milliard. Tað fortelur Vinnuhúsið í eini fráboðan í morgun.

 

- Av hesum vórðu omanfyri 300 milliónir krónur goldnar tí almenna, og tað er um met í føroyskari alisøgu.

 

Vinnhúsið sigur, at Í fjør  var skatturin hjá føroyskum havbúnaði tilsamans 426 milliónir krónur

 

- Hetta talið fevnir um partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt, loyvisgjald og tøkugjald hjá teimum fýra fyritøkunum í hesari vinnugreinini.

 

- Hetta er methøgt og ein øking á einar 180 milliónir aftur ímóti í 2013, tá ið skatturin var tilsamans 245 milliónir krónur

 

Ein partur av teimum 426 milliónunum er útsettur skattur, sum verður settur av og sum verður goldin seinni, men kortini fekk tað almenna útgoldið omanfyri 300 milliónir í fjør.

 

Vinnuhúsið sigur, at í  hesum tølum er ikki skatturin, sum starvsfólkið rindar, ikki taldur við.

 

Alivinnan kastar eisini nógv avleitt virksemi av sær, og skatturin, sum tað kastar av sær, er heldur ikki taldur upp í.

 

Í hesum sambandi nevna tey, at alivinnan byggir nógv út fyri at framtíðartryggja seg, so hon verður betri før fyri at standa ímóti avbjóðingunum í komandi árum.

 

- Havbúnaðarfelagið væntar eisini, at sum gongdin er nú, fara skattainntøkurnar hjá tí almenna frá føroyskum havbúnaði at økjast í komandi árum – men fortreytin er, at karmarnir eru teir røttu, sum tey málbera seg, nú tosað verður um, at samgongan ætlar at leggja størri gjøld á tilfeingisvinnuna.