Hava ongantíð sæð land

Avgustarnir, sum seinastu dagarnir hava svomið í Sundalagnum, har tveir teirra higartil eru deyðir, hava valla áður sæð land

Eirikur Lindenskov

– Teir eru vanir at svimja í vekt­loysi á opnum djúp­um havi, og tí hava teir stór­ar trup­ul­­leikar, tá teir koma nær ­landi og gera land­gongd, sigur Bjarni Mikk­el­sen, lív­frøð­­­ing­ur á Nátt­úr­u­grip­a­savn­i­­num, sum sein­astu dag­ar­nar hev­ur brúkt nógva tíð í Sund­­a­­lag­num, og sum eisini var á staðnum í seinnapartin sunnu­dagin.

Sosialurin hitti í gjár Bjarna Mikk­el­sen í fjøruni við Norð­­skála beint norðan fyri brúnna um Streymin. Har lá avgusturin, sum doyði í gjár. Hann hevur lig­ið hin­um megin sundið sein­astu dag­ar­nar, í Nesvík, har ein ann­ar avgustur eisini lá deyð­ur.

– Klokkan hálvgum sjey sun­n­­­u­­morg­­u­n­in var hann á lívi hin­u­­­meg­in. Hann hevur síð­­ani svomið yvirum, og er deyð­­­ur einaferð fyrr í dag, segði Bjarni Mikkelsen í gjár.

Hin avgusturin lá sunnu­dag­­in á Oyri sunnan fyri Brún­na. Hann er flotnaður, eftir at hava ligið deyður í Nes­­vík Streymoyarmegin sein­astu dagarnar.

– Hann er óivað flotnaður, tá bruni er komin í hann, og hann er vorðin lættari í sjón­um, sigur Bjarni Mikkelsen.

Ætlanin hjá Nátt­úr­u­grip­a­savn­i­num er at taka báðar hesar av­gust­ar­nar upp á hvala­støð­ina við Áir. Tað er kanska lagnunnar speisemi, at hesi av­gustar hava lagt bein­ini beint við einastu hval­a­støð norðan fyri Ek­vat­or. Men ætlanin er so at goyma bein­a­grind­ina av avgustinum, sum ligg­ur norð­an fyri Streymin, tí tann hval­ur­in er heilur enn. Hin hval­ur­in, sum ligg­ur sunn­an­f­yri, er tann, har onkur hevur sag­að undirkaftin av.

– Men vit ætla kortini at taka hann upp fyri at hyggja í kýkin at vita, hvat hann hevur etið, sigur Bjarni Mikk­el­sen.
Bjarni Mikkelsen hevur mált av­gust­in, sum liggur í fjør­uni við Norðskála. Hann máldi hann til slakar 14 metr­ar, og hann metir, at hann vig­ar um 20 tons.

– Hesin er ikki fullvaksin, sig­ur Bjarni Mikkelsen, sum sam­stund­is staðfestir, at hes­ir hvalir ikki eru komnir hig­ar fyri at doyggja av elli.

– Teir eru uttan iva vilstir hig­ar millum oyggjarnar. Teir eru jú vanir við at liva í vekt­loysi á djúpum havi og hava valla sæð land áður. Tá teir so koma millum oyggjar og á grunt vatn, so eru teir púra fyri ongum, sigur Bjarni Mikk­elsen.

Bjarni Mikkelsen sigur, at av­gust­ur als ikki veit, hvussu hann skal gera, tá hann er nær landi.

– Øðrvísi er við bóg­hvít­u­hvali, sum dugir væl at fara upp á land og koma á sjógv aft­ur, og hann er vanur at ferð­ast, har nógv fólk er.