Hava ongantíð fingið so nógvar klagur sum nú

Men tey eru vís í, at hetta bara er toppurin á ísfjallinum

 – Vit hava ongantíð fingið so nógvar klagur upp á eitt samdøgur, sum vit hava fingið hetta seinasta samdøgurið.

Tað sigur Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum, Heimafriður.

Heimafriður er eitt felag, sum er stovnað við tí endamáli at virka fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá fólki.

Og tað, tey hava lagt størsta dent á, er at fáa myndugleikarnar at gera nakað við larm og royk frá skipum, sum liggja við bryggju.

– Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum, ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir, siga tey.

Tey fáa javnan klagur frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri larm frá skipum, sum liggja við bryggju við motorum gangandi.

Men tey hava ongantíð fingið so nógvar klagur upp á eitt samdøgur, sum tey hava fingið hetta seinasta samdøgurið.

Trina Eysturoy sigur, at hetta seinasta samdøgurið hava tey fingið 10 klagur frá fólki, sum ikki hava fingið náttarfrið fyri skipum, sum hava ligið við bryggju í Runavík.

Men hon er vís í, at hetta er bara toppurin á ísfjallinum, tí nógv tey flestu klaga ikki, men bíta tað í seg.

Klagurnar eru frá fólki á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík, sigur hon.

­– Fólk hava ikki fingið, hvørki hvíld ella náttarfrið. Fleiri hava als ikki sovið, onnur hava sovi lítið og summi eru flýdd heima í frá á miðjari nátt undan larmi og royki, siga tey í felagnum Heimafriður.

Larmurin er eitt, men tey siga eisini, at harafturat er so nógvur roykur frá skipunum, at tað svíður bæði í eygunum og í nøsini á fólki, leggja tey afturat.

Vit hava meiri um sama mál um eina løtu