Helgi Fossádal, stjóri á Listasavninum, sigur, at eingin sáttmáli er við Trónd Patusson um kosmiska rúmið, sum stendur uttan fyri Listasavnið. Hetta ger Helgi Fossádal í skrivi, sum er sent føroysku miðlunum í kvøld. Og sum hann sigur vera rættleiðing til skrivingina, sum hevur verið í Sosialinum seinastu tíðina.
- Millum annað skal upplýsast, at eingin sáttmáli yvirhøvur finst millum Trónd Patursson og Listasavn Føroya um hetta listaverkið.
- Listasavn Føroya eigur ikki listaverkið og hevur tað ei heldur í varðveitslu, og listaverkið hevur ongantíð verið skrásett á savninum, sigur stjórin á savninum.
Hartil sigur hann, at Listasavnið og listamaðurin eru samd um, at verkið stendur á einum forfjónaðum stað, og at hetta er vanvirðisligt fyri bæði listaverkið sjálvt, listamannin og eisini fyri Listasavn Føroya.
- Tá ið eitt listasavn fær boðið eitt listaverk sum gávu, skal listasavnið taka støðu til, um tað vil taka ímóti gávuni ella ikki. Sum limur í ICOM, altjóða ST stovninum fyri søvn, skal Listasavn Føroya fylgja teimum altjóða savnsreglum, sum eru galdandi, og harímillum ikki at taka ímóti gávum, ið vera givnar við treytum, tí Listasavn Føroya má sjálvt gera av, hvussu listaverkið verður nýtt í savnshøpi, sigur Helgi Fossádal. Hann leggur afturat, at fleiri fundir hava verið við listamannin, sum tó hevur sett treytir, sum Savnið ikki uttan víðari kann góðaka.