Hava ongan funnið enn

Hermenn hjá pakistanska herinum hava allan dag leitað eftir teimum 135, sum hvurvu í einum skalvalopi í fjøllunum í Kashmir gjáranáttina. Men myndugleikarnir ásanna, at teir hava lítla vón um at finna nakað fólk aftur á lívi.

124 av teimum, sum fóru við skalvalopinum, vóru hermenn, og teir flestu lógu og svóvu, tá skalvurin leyp oman yvir leguna.

Næstan 200 hermenn og 60 sivil bjargingarfólk hava leitað eftir teimum horvnu, men umstøðurnar eru sera truplar, tí tað er vindur og bítandi kalt.

Hermannalegan, sum hermenninir vóru í, er í umleið 4.500 metra hædd.