Hava onga olju funnið

– Hóast boringin hjá italska oljufelagnum ENI enn ikki er liðug, so verður mett sum givið, at brunnurin fer at verða turrur tá avtornar.

 

Tað skrivaði Sosialurin hendan dagin fyri 10 árum síðani. Brunnurin, sum ENI borðaði, var tann fjóðri brunnurin sum varð borðaður í føroyskum øki. Vit endurgeva greinina, sum Jan Müller skrivaði 26. juli í 2003:

 

»Italska oljufyritøkan ENI hevur eftir øllum at døma onga olju funnið í 4. brunninum, sum verður boraður á føroyska landgrunninum. Hóast boringin ikki er heilt liðug enn, so veit Sosialurin frá álítandi keldum í oljuverðini, at brunnurin er turrur. Tó skal tað fyrivarni takast, at tað framvegis verður borað, og at man í hesi løtu ikki kann siga við vissu, at eingin olja verður funnin á botninum á holinum.

 

Sum skilst nærkast brunnurin 4000 metrar dýpi og tí eru helst nakrir fáir hundrað metrar eftir at bora. Ætlanin er at røkka niður á 4250 metrar. Keldurnar, sum blaðið hevur tíðindini frá, vilja vera við, at ENI hevur borað niður ígjøgnum tað, sum var høvuðsmálið, og har var einki at finna ella síggja. Sama er galdandi fyri hini málini (targets), sum felagð hevur havt á síni arbeiðsskrá.

 

Boringin byrjaði 15. juni og hevur verið borað í umleið 40 dagar. Eftir ætlanini skuldi borast í einar 50 dagar ella so. Tað kundi tí bent á, at boringin heldur fram í eina viku aftrat. Men tað eru ikki stórar vónir til at raka við kolvetni hesar seinastu hundrað metrarnar skilst. Tað er heldur ikki sum í boringini hjá Amerada Hess samtakinum, at man metti seg hava fatur á onkrum longur niðri, tá borað var niður á botn í sjálvum arbeiðsprogramminum.

 

Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá Oljumálaráðnum. Men har vilja tey einki siga. Tey biðja okkum bíða til almenna fráboðanin um úrslitið av boringini kemur út. Tað verður helst nakað eftir ólavsøku.

 

Heldur ikki hjá borioperatørinum ENI vilja tey gera viðmerkingar til boriúrslitið. Luca Dragonetti, sum stendur á odda fyri boringini var stæddur á fundi í Aberdeen fríggjamorgunin. Hann sigur, at talan er um »a tight h ole« tvs. at ongir upplýsingar verða latnir til almenningin sum er. Og tá tað verður gjørt er tað upp til føroysku oljumyndugleikarnar, nær og hvat verður upplýst. – Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at tað eftir øllum at døma verður talan um ein turran brunn! – Keldur kunnu vera beinar, tær kunnu vera skeivar. Eg havi ongar viðmerkingar Dragonetti. sigur Luca.«