Hava onga avtalu um karensdagar

Í fimmaranum herfyri varð nevnt, at handverkarafeløg-ini høvdu fingið eina avtalu um karensdagar við í sáttmálan við meistararnar. Hetta er ikki rætt!

Tað einasta, sum vit hava avtalað í sáttmálanum í hesum sambandi, er, at vit hava, saman við meistarunum, stovnað ein sjúkragrunn, sum eitur Bati.

Bati betalir einum handverkara munin ímillum tað, sum dagpeningaskipanin betalir, og upp til 90% av minstulønini hjá handverkarum. Er sjúkan styttri enn 14 dagar, betalir Bati ikki fyri teir báðar fyrstu dagarnar.

Bara, tá ið sjúkralegan er longri enn 14 dagar, betalir Bati eisini fyri teir báðar fyrstu sjúkradagarnar, men framvegis ongantíð meiri enn upp til 90% av minstulønini. Men Bati betalir ikki longri enn lógin um dagpening fevnir um.

Tá ið handverkari er fyri arbeiðsskaða, kemur hann vanliga undir vanlukkutryggingina.

Men hon tekur ikki við fyrrenn 15. dagin. Í teimum førum betalir Bati munin ímillum tað, sum fæst frá øðrum skipanum upp til 90% av handverkaralønini.

Tey 10 prosentini, sum so eru eftir upp til fulla løn hjá handverkaranum, betala handverkarafeløgini og meistarafelagið helvt um helvt.

Annars halda vit, at tað er sjálvsagt, at vit, sum eru í framleiðsluvinnuni, fáa somu rættindi sum tey alment løntu. Tí tað eru vit, sum tryggja og betala teimum løn, og ikki øvugt.

Skulu vit gera ein líknandi grunn til karensdagarnar, fáa vit trýdupulta umsiting, fyrst Dagpeningaskipanina, Bata og grunn til karensdagar. Teir tveir síðstnevndu vilja verða dupultskatta, harvið økjast lønarkrøvini tvífalt til tørvin hjá grunnunum.

Kappingarførið gerst júst ikki betri, og taka vit tí fult undir við Vilhelm M. Johannesen formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Eyðfinn Petersen,

formaður í Havnar Handverkarafelag