Hava nú tapt 22 dystir á rað

Í dag manglaði ikki so nógv í, at Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax fingu stig

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax hava nú tapt 22 av 22 dystum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag var Ajax tó sera væl við í útidystinum móti Skanderborg.

 

Ajax tapti dystin 28-30. Í steðginum var Skanderborg á odda 18-14. Tá 41 sekund vóru eftir av dystinum skoraði Maja Eiberg hjá Ajax til støðuna 29-28, men tað eydnaðist ikki Ajax at forða Skanderborg at skjóta mál í tí næsta álopinum, og so var enn ein dystur taptur.

 

Ajax er langt aftast í deildini við ongum stigi. Átta stig eru upp til næstaftasta plássið, ið gevur rætt til at spæla dystir um at sleppa undan niðurflyting. Men nú eru bert fýra dystir og átta stig eftir hjá Ajax at spæla um.

 

Liðið sum endar aftast aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. 

 

Súna skoraði trý mál og legði upp til fimm mál í dystinum í dag.

 

Mikukvøldið 6. mars hevur Ajax heimadyst móti Odense, ið er triðfremst í deildini við 36 stigum.