Løgreglan hevur nú funnið bilføraran, sum koyrdi útav uttanfyri Kollafjarðartunnilin tíðliga leygarmorgunin.
Tað var leygarmorgun, at løgreglan kom fram á ein bil uttanfyri kollafjarðartunnilin, men eingin bilførari var at síggja – og eingin bilførari hevði heldur boðað frá óhappinum.
Les eisini: Ferðsluóhapp: Hvar er bilførarin
Tað er skylda at boða frá óhappi, so løgreglan fór at leita eftir bilføraranum og nakað væl út á leygardagin varð hann funnin aftur.
Annars er eisini tann regla galdandi, at bara løgregla finnur ein bilførara upp til seks tímar eftir eitt óhapp, kann hann ákærast fyri rúsdrekkakoyring, um so er, at hann er ábirkaður, tá ið hann verður tikin. Tað er sostatt ikki eitt treyt at verða tikin á staðnum.
Men løgreglan sigur, at í hesum føri varð bilførarin funnin langt aftan á at seks tímar vóru farnir, so ta regluna verður ikki hugsað um í hesum føri.
Men løgreglan sigur, at bilførarin verður ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldu at boða frá einum ferðsluóhapp.
Men akkurát, hvussu umfatandi ákæran verður, er enn ógreitt. Løgreglan sigur, at bilførarin hevur viðgingið, at hann hevur koyrt bilin. Men akkurát hví hann hevur ikki boðaði frá óhappinum, hevur hann enn ikki vilja sagt løgregluni.
|