Hava nú yvirhálað Aarhus

41.162 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í august í ár. Tað er ein vøkstur á 21,3% í mun til august í fjør. Higartil í ár hava 242.197 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Samlaði vøksturin higartil í ár er 16,1%.


Tað skrivar Vága Floghavn á heimasíðu sínari.

 

Vága Floghavn hevur verið í stórari menning seinasti árini. Banin er longdur nógv, ið gevur nógv fleiri møguleikar við størri flogførum. Somikið stór hevur menningin verið, at flogvøllurin í Vágum nú er fjórðstørsti flogvøllur í danska ríkinum, mett uppá ferðafólk. Kastrup, Billund og Aalborg eru størri, men Vága Floghavn hevur yvirhálað Aarhus. Munurin er tó einans 6000 fólk fleiri, ið hava ferðast umvegis Vágar í mun til Aarhus.