Stevning
Hevði Landsstýrið heilmild til at brúka peningin úr Kommunala Veðhaldsgrunninum til at niðurskriva skuld hjá teimum ringast staddu kommununum í Føroyum, uttan at kommunurnar høvdu játtað tað frammanundan?
Ella var tað ólóglig ognartøka?
Hesin spurningurin verður nú endaliga svaraður.
Við stuðuli frá sjey kommunum, hava Sjóvar- Gjáar- og Kirkjubøar Kommuna nú stevnt Landsstýrinum eftir teirri upphæddini, sum tey mistu, tá ið peningur í Kommunala Veðhaldsgrunninum varð brúktur til at hjálpa teimum mest skuldarbundu kommununum við.
Tey sjey kommunurnar, sum eru uppi í sakarmálinum og sum taka fíggjarliga ábyrgd av tí saman við teimum trimum, sum stevna, eru Sumbiar-, Miðvágs-, Nes-, Hósvíkar-, Sunda-, Svínoyar- og Skúvoyar Kommuna.
Tær halda at tað var ognartøka, tá ið Landsstýrið ístaðin fyri at betala teimum peningin aftur, brúkti hann til at niðurskriva skuldina hjá teimum ringast støddu kommununum við.
Fáa kommunurnar viðhald, fara helst fleiri kommunur eisini at stevna.
Eivind Jacobsen á strondum, ið saman við Sdofus Johannesen við Gjógv og Anfinni Brekkstein á Velbastað, hevur arbeitt við málinum fyri kommunurnar, sigur, at tað eru bara tvær kommunur, sum beinleiðis hava boðað frá, at tær eru ikki sinnaðar at vera uppi í sakarmálinum og tað eru Bíggjar- og Viðareiðis kommuna.
Hann sigur, at hjá Strondum snýr tað seg um eina milión, sum tað snýr seg um og tilsamans er kravið frá teimum trimum kommununum 1,2-1,3 millión.
Men tapir Landsstýrið, noyðist tað eisini at betala hinum kommununum sín part og so verður talan um fleiri milliónir og tær fara ivaleyst at gera mun í onkrum kommunukassa.
Eivind Jacobsen leggur dent á, at hetta er ikki gjørt, tí kommunurnar ikki vildu hjálpa teimum illa støddu kommununum.
Men hetta er eitt prinsippmál, um Landsstýrið hevur rætt til at taka pening hjá kommununum.
? Vit vilja hava tað staðfest, um tað er loyvt at taka peningin og tí hava vit lagt málið fyri dómstólarnar fyri at vita, hvussu vit skulu bera okkum at einu aðruferð, sigur hann.