- Hava nú staðfest trupulleikin

Høgni Hoydal sigur, at enn er tó ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hvar ábyrgdin liggur

- Eg kann siga somikið sum, at nú hava vit staðfest, at nakrar mannagongdir og viðgerðir ikki hava verið nøktandi á Fiskimálaráðnum. Nú fara vit undir at gera tær neyðugu broytingarnar og eftirmetingarnar, men júst hvat ábyrgdin liggur og hvat verður gjørt, kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um í løtuni.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, eftir at hann í gjár almannakunngjørdi frágreiðingina, ið var gjørd í samband við flyting av veiðiloyvum.

 

Í kanningi verður staðfest, at Fiskimálaráðið ikki hevur gjørt sær eina felags fatan av hvussu hetta málsøki skal umsitast og at tað ikki hevur verið samsvar í hvussu fiskimálaráðið handla.

 

Høgni Hoydal sigur, at niðurstøðan frá løgtingsins umboðmanni ongantíð tikin til eftirtektar í nóg stóran mun, hvørki í undanfarna skeiði, ella í sínum skeiði.

 

- Í stuttum er tað soleiðis, at eftir niðurstøðuna frá LUM í 2014 verður ongantíð gjørd ein niðurstøða hvussu hetta skal útførast í praksis. Tá Vørn í 2015 tekur niðurstøðuna hjá LUM til eftirtekar, men avgerin verður sett til viks, tá sigur Fiskimálaráðið við Vørn, at mann skal halda fast við verandi praksis inntil reglugerðin er broytt. Tí flytur Vørn loyvið hjá Helenu yvir á Slættaberg í 2016, sigur Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal sigur víðari, at í samband við felagskvotuna á svartkjaft, var sagt í uppriti, at trupulleikar kundu stinga seg upp. Tað bleiv hann kunnaður um og fór undir at taka aftur tey loyvir, ið vórðu givin Næraberg og Slættaberg.

 

Løgmaður eisini biði um frágreiðing

 

Frágreiðingin, ið var latin í gjár, er ein gjøgnumgongd av hvat er farið fram. Ein staðfesting av hvussu umsitingin hevur handafarið málið. Hon sigur einki um ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í málinum. Tann frágreiðingi verður latin løgmanni.

 

- Nú er tað soleiðis, at løgmaður sum eftirlitsmyndugleiki, hevur biðið um ein frágreiðing frá mær, hat hann spyr hvat eg havi vita og hvussu eg havi handlað og so víðari. Umframt tað, so havi eg svara fleiri fyrispurningum hesum viðvíkjandi, so eg royni so frægt eg kann, at fáa alt fram, sigur Høgni Hoydal.