Hava nú sprongt 130 metrar í Hvalba

Gongst sum ætlað, verður koyrandi ígjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin um hálvtannað ár

Tað hevur gingið, sum vit høvdu væntað.

Tað sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, nú teir hava arbeitt í nýggja Hvalbiartunlinun í eina tíð.

Nú tey komin einar 130 metrar inn í fjallið. Hann sigur, at fjallið hevur verið eitt sindur ringt at fáast við hesar fyrstu metrarnar, men slíkt er ikki annað enn tey kunnu vænta.

Men sum heild gongur eftir ætlan og tað merkir eisini, at enn halda ætlanirnar, sum eru lagdar.

Hann sigur, at sjálvandi er tað ringt at siga, tí enn eru tey komin so stutt, men enn verður arbeitt eftir eini tíðarætlan sum sum sigur, at tey eru liðug at bora næsta summar, men so tekur tað eisini eina tíð at gera tunnilin lidnan.

Og gongst sum ætlað, verður tunnilin liðugur at taka í nýtslu í fyrsta ársjfjórðingi í 2021, ella um hálvtannað ár.  

Í so máta hevur tað eisini hjálpt upp á tað, at tey komu í gongd við arbeiðið eitt sindur fyrr enn upprunaliga ætlað.

 Bora verður úr Hvalba og suður eftir, men í Trongisvági eru tey eisini farin at gera klárt vegin til tunnilsmunnan har.

Tilsamans eru eini 40 fólk í arbeiðnum upp á nýggja Hvalbiartunnilin.