Hondbóltur ? kvinnur
Aðru ferð í ár spældu bestu neistakvinnurnar landskappingardyst í Gundadalshøllini, men hesa ferð var úrtøkan heldur betri enn seinast, tá tær greitt vóru við undirlutan móti Stjørnuni.
Mótstøðuliðið hesa ferð var Sóljan, sum alt árið hevur stríðst í botninum av stigatalvuni, og mett eftir dystinum hóskvøldið, fer hetta stríð at standa við fram til kappingarlok.
Gjørdu skjótt av
Tað var nevnliga heilt skjótt greitt, at Neistin ikki ætlaði, at nakað stórvegis roks skuldi vera um, hvønn veg stigini skuldu fara. Meðan gestirnir bert funnu málið ta einu ferðina fyrstu 10 minuttirnar, so hevði Neistn skorað átta ferðir, og so var tann dysturin sum so avgjørdur. Tað hoyrir tó til søguna, at Sóljan samstundis brendi tvey brotskøst, men tað skal tó ikki taka nakað frá neistaavrikinum.
Sum vera man, so førdi tryggja leiðslan við sær, at tær á heimaliðnum fóru at taka nakað lættari upp á uppgávuna. Allar fingu møguleikan at royna seg, og atlit varð tikið til stóru uppgávuna nú sunnudagin, tá útidysturin móti nýklæktu meistarunum úr Vestmanna verður á skránni.
Soleiðis var gongdin eisini í seinna hálvleiki, har Neistin ikki fekk økt stórvegis um munin. Hinvegin var heldur ongan tíð vandi fyri, at sigurin skuldi gleppa teimum av hondum.
Spenningurin heldur
Við sigrinum slapp Neistin upp á næst ovasta sessin í deildini, men spurningurin er so, hvussu leingi tær verða verandi á hesum. Vandin fyri at missa er eingin sunnudagin, tá Stjørnan hevur frí, meðan Neistin hittir VÍF. Hinvegin verður spenningurin stórur annað vikuskiftið. Tá kemur Stjørnan til Havnar, og soleiðis sum kappingin hevur háttað seg, so er líkt til, at tað verður vinnarin av hesum dystinum, sum ognar sær silvurmerkini.
Hjá Sóljuni er tað sjálv tilveran í bestu deildini, sum stendur upp á spæl komandi dystirnar. Fyrst kemur StÍF á vitjan, og eftir at Sóljan síðani vitjar í Vági, er tað Kyndil, sum kemur á Giljanes. Hartil skal útsetti dysturin móti StÍF helst eisini avgreiðast onkursvegna, og fyrst og fremst eru tað hesir tríggir dystirnir, sum fara at gera av, hvørt Sóljan komandi árið skal spæla í aðru deild, ella um hesin lutur verður latin antin Kyndli ella StÍF. Tað kann væl vera, at spenningurin um ovasta sessin er farin, men í botninum er enn einki avgjørt. So langt ífrá.
Dysturin í tølum
Neistin-Sóljan 29-21 (15-8)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 6, Mildrið Jacobsen 6, Gunnleyg Berg 5(2), Birita Wardum 4, Susan Brockie 3, Súna Mørk 2, Ata Høgnadóttir 1, Rakul Augustinussen 1, Kára á Dunga 1
Sóljan: Asta Petrauskiene 11, Marjun Johansen 4, Jana Jacobsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Petra Thomassen 1, Fía Selma Nielsen 1
Brotskøst: Neistin 3, Sóljan 3
Útvísingar: Neistin 1, Sóljan 1