- Nú er komið so mikið ávegis við at fáa Vestaruvág í Havn reina, at sigast kann, at málið, ið kommunan setti sær fyri mongum árum siðani, loksins er rokkið, sigur Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.
Seinastu tíðina hevur arbeitt verið niðri á Skálatrøð ? millum Torgið við Nólsoyar Páll og Bøgtu og síðani fram við Rættará, og nú arbeiðstakarin er við at rigga av, er tíðin komin at frøast um, at enn eitt mál er rokkið.
Tað byrjaði við, at kommunan í 1996 fekk P/F Guttesen & Staksberg at leggja partar av óskipaðu kloakkleiðingunum á økinum við Vesturkirkjuna oman ímóti V. U Hammershaimbsgøtu.
Í 2002, varð so farið undir fyrstu projektætlanina at umleggja allar kloakkleiðingar undir hugtakinum ?Reinskan av Vestaruvág. Og árið eftir var skjøtil settur á arbeiðið at leggja høvuðskloakkleiðing frá økinum á Rasmusarbrúgv við Skinnarasker umvegis undir Bryggjubakka og Mylnugøtu niðan á Vaglið. Har varð síðani bundið í Havnará.
Arbeiðstakarin fyri hetta arbeiðið var P/F Articon, og kostaði arbeiðið samanlagt umleið 2 mill. kr.
Næsta stig var at fara undir arbeiðið, at leggja høvuðskloakkleiðing frá Steinatúni og úteftir móti J. Paturssonargøtu ? niðan til Dalavegin. Hesum arbeiði stóð Sp/f Plan v. Johs. Hellisdal fyri. Farið varð undir arbeiðið á vári í 2005, og miðað varð eftir at fáa arbeiðið liðugt, áðrenn summarið byrjaði. Tað eydnaðist at gera arbeiðið liðugt til ásettu tíð. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið var uml. 2,5 mill kr.