Hava næmingarnir við serligum tørvi fingið yvirdosu

Tímatalið til næmingar við serligum tørvi skal skerjast munandi. Hesum boðar Mentamálaráðið frá, nú summarfrítíðin júst er byrjað. Nú eru tað ikki allar familjur, sum hava børn við serligum tørvi, ið kunnu gleða seg til góðar og róligar summarferiur. Men við hesum hevur MMR við vissu oyðilgar feriuna hjá rættiliga nógvum.

Yvirdosu

Orsøkin til skerjingina er, sambært MMR, at ov stórur partur av játtanini til næmingar við serligum tørvi eru brúktur longu nú. Skal játtanin halda, má hvør einstakur næmingur við hesum tørvi fáa væl minni í sín part.

Nú veit eg, líka so væl sum nógv onnur, at ein játtan á løgtingsins fíggjarlóg eigur at vera hildin. Men kemur tað rættiliga ofta fyri, at slíkar játtanir fáa ískoyti gjøgnum eykafíggjarlógir. Hví er tað so umráðandi, at játtanin til hesar næmingar verður munandi skerd, tá vit øll vita, at játtanin hevur verið alt, alt ov lág í óminniligar tíðir. Ella er tað tí tey í MMR eru bangin fyri, at okkara næmingar við serligum tørvi hava fingið yvirdosu fyrru helvtina av fíggjarárinum, og at teir tí mugu undir náðileysa avvenjing seinnu helvtina.

MMR hevur ongan tíð skilt tað

Aftan á smá 9 ár í landspolitikki hevur ein lært, at tað eru ávís viðurskifti, sum embætisverkið antin ikki vil- ella ikki dugur at skilja. Og tykist ein av stóru trupulleikunum hjá MMR at vera, at tey duga ikki at síggja ella skilja avleiðingarnar av, at økið: Næmingar við serligum tørvi, verður so út um øll mørk forsømt, sum tað hevur verið her á landi, ja, so langt eg kann minnast. Og ein er eisini farin at ivast stórliga, um MMR yvir høvur kennur hvørjar skyldur og hvønn leiklut, ráðið átti at havt á hesum øki.

Tað ljóðar kanska sum ein álvarslig ákæra, men tað sær út til, at MMR krossar fingrar og letur standa til og samstundis vónar, at næmingarnir ikki eru alt ov truplir ella tungir fyri lærarar og hinar næmingarnar. Tá næmingarnir við serligum tørvi so eru komnir til ávísan aldur, enda teir vanliga sum eitt trætumál millum MMR og AHR, og so detta teir niður ímillum.

Kundi hugsað mær at verið førur fyri, alment at servera tølini fyri, hvussu nógvir føroyskir næmingar eru farnir gjøgnum fólkaskúlan uttan at fáa nakað sum helst burturúr. Hava næmingarnir við serligum tørvi verið stillir og róligir, so eru teir slopnir at sita, bert teir ikki órógvaðu. Støðan hevur verið verri, tá næmingarnir hava verið óróligir. Og kundi eg eisini hugsað mær at servera tølini alment fyri, hvussu nógvir slíkir næmingar beinleiðis eru koyrdir úr skúlanum. Tí MMR ikki hevur skilt/viljað brynjað skúlarnar/lærararnar til at gevur hesum næmingum viðkomandi tilboð.

Ein kann spyrja, hví sleppur MMR so væl frá hesum? Hvussu ber tað til, at ráðið ikki fyri langari tíð síðan er sundurskrætt av teimum, sum líða undir hesum?

Lærarafelagið

Føroya Lærarafelagið er komið við viðkomandi og skilagóðari viðmerking, nú tíðindi ganga um at skerja tímatalið til næmingar við serligum tørvi. Felagið vísur á óndu ringrásina, sum tílikur skerjing elvir til og styrkir. Nevniliga, at fáa næminingar ikki viðkomandi og mennandi tilboð, verður uppgávan hjá lærarunum størri og truplari. Tá fara hinir næmingarnir heldur ikki at fáa nøktandi tilboð, tí tíðin verður mest nýtt til serliga tørvin. Endin kann verða, at eingin næmingur fær nóg góða undirvísing, og at lærarin missir hug, tamarhald og alt og velur at rýma.

Lærarafelagið gloymir tó ein týdningarmiklan part í lýsingini av óndu ringrásini. Og tað er familjan hjá næmingunum við serligum tørvi. Hon líður sannliga eisini nógv undir, at teirra barn ikki fær eina skúlatíð, sum mennir og styrkir barnið. Familjan er ikki minsti taparin, tá barnið fær eina skúlatíð við niðurløgum og afturstigum.

Samgonguskjalið

Tað eru smáir fimm mánaðar síðan, at verandi samgonguskjal varð skrivað. Millum høvuðstættirnar í hesum skjalið eru, at næmingar við serligum tørvi skulu fáa munandi betir og meira viðkomandi tilboð, at fólkaskúlin skal styrkjast og gerast meira fjøltáttaður. Við at skerja tímatalið til næmingar við serligum tørvi ger samgongan tað, at støðan hjá næmingum við serligum tørvi versnar, hóast ein helt, at botnurin var náddur. Tað hevur eisini ta avleiðing, at fólkaskúlin viknar og fær enn størri trupulleikar av at klára tær avbjóðingar, sum skola oman yvir hann. Og hvussu ætla tit at ætlaninar um vitanarsamfelagið Føroyar skal gerast veruleiki, samstundis sum tit medvitað knúsa fólkaskúlan.

Mín áheita á samgonguna skal tí vera tann, at játtanin til serligan tørv verður tryggjað við fíggjarnevndarskjali ella eykajáttan, og at tit gloyma alt um at skerja eina játtan, sum framman undan er ein lítil partur av tí, hon skuldi verið. Offrið ikki tey veiku á altarinum fyri kosmetiska forfeingiligheit.

Lesið samgonguskjalið enn einaferð. So síggja tit, hvussu slík skerjing gongur beint móti fleiri av høvuðsboðskapum tykkara. Men kanska finna tit ikki samgonguskjalið aftur, tí tað er nýtt at kynda við í hesum oljuprísdøgum. Tað skuldi ikki verið neyðugt at mint tykkum á, at ein skerjing av hesum slag ikki eigur at verða framd av eini CHE samgongu.