Hava nógv stríð av bilum sum standa til fortreð

Tað hendur seg javnan og savnan, at tey sum koyra ferðafólkabussar, ikki sleppa fram at steðgiplássum at seta fólk av, og at taka fólk við. Og tað er tí, at aðrir bilar standa parkeraðir á steðgiplássunum, sum annars burturav eru gjørd til Bygdaleiðir, og til býbussar.

 

Løgreglan sigur, at tað hendir seg rættiliga ofta, at bussførarar ringja at boða frá, at bilar standa parkeraðir á steðgiplássunum til bussar, so at teir ikki sleppa fram at at seta fólk av, ella at taka fólk upp í, undir nóg tryggum umstøðum. Teir fáa heldur ikki vent á steðgiplássum og busslummum, sum annars er gjørd til tað sama.

 

Tað er nevniliga av trygdarávum, at serlig steðgipláss eru gjørd til bussar og tí er tað ein vandi fyri ferðslutrygdina, tá ið bussarnir ikki sleppa fram at plássunum, sum teir annars eiga »einkarrætt« til. Løgreglan sigur, at eitt vanligt dømi, er, at fólk, sum koyra til Havnar til arbeiðis, avtala at møtast við eitt steðgipláss, og so parkera tey ein, ella tveir bilar, á steðgiplássunum til bussar, og koyra síðani til Havnar í sama bili.

 

Løgreglan sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum ger seg galdandi um alt landið, og so skal løgreglan at leita eftir bilførarunum fyri at fáa teir at flyta bilarnar. Løgreglan sigur, at lutfalsliga fer hetta við alt ov nógvari arbeiðsorku og tí heita tey á bilførarar um at gevast við hesum óvananum.

 

Tað eigur at bera til at kunna seta bilin á parkeringsplássu, sum nettupp eru gjørd til bilar at parkera á, soleiðis, at tað slepst undan at seta trygdina í vanda hjá bussunum, sigur løgreglan.