Hava nú gjørt tveir túrar

Nýggju skipini, Sjagaklettur og Gullberg, hava nú gjørt tveir túrar. Báðar túrarnar hava skipini lagt veiðina upp í Vestmanna, har frysti fiskurin fer beinleiðis í bingjur og síðan av landinum.

Hesar báðar fyrstu túrarnar hjá Sjagakletti og Gullbergi hava skip og manning verið á makrelveiði.

Skipini, sum í fyrsta lagi eru keypt til at veiða og frysta upsa undir Føroyum, eiga eisini 850 tons í part av eini felagskvotu av makreli, sum tillutað er hesum skipabólki.

- Hin fyrra túrin høvdu 260 tons, og nú vit vóru inni aftur í síðstu viku, høvdu vit góð 300 tons. Hetta eru brúkiligir túrar, og vit vænta, at miðalprísurin fer at liggja um 9 krónur fyri kilo. Tað er góður prísur, sum gevur skipi og manning rímiligt burturúr.

Tað sigur Tórhallur Randrup, sum er skipari á Sjagakletti

Hann leggur aftrat, at meginparturin av veiðini hesar báðar fyrstu túrarnar hevur verið heilfrystur makrelur, men nakað hevur eisini verið av avhøvdaðum og magadrignum fiski.

Tórhallur Randrup sigur, at á fyrra túrinum var íblandingin av sild eini 6-7%, og hendan túrin hevur íblandingin verið uppaftur minni.

Sambært reglunum kunnu skip sum Sjagaklettur og Gullberg hava í mesta lagi 10% av sild uppi í veiðini.

- Hesir báðir fyrstu túrarnir hava ikki verið langir. Aftrat manningini, sum telur 13 mans við hvørjum skipi, hava vit eisini havt fýra russar við hvørjum skipi. Hetta eru maskin-og verksmiðjufólk, sum hava siglt við skipunum leingi, áðrenn tey vórðu keypt heim til Føroya, sigur hann.

Tórhallur Randrup heldur, at manningin, sum er við Sjagakletti og Gullbergi, trívist væl umborð, tó at veiða og framleiðsla er nýggj fyri flestu teirra.

- Jú, eg haldi, at andin umborð er góður og positivur, og at menn eru glaðir fyri møguleikan. Tá makrelkvotan er uppfiskað, helst einaferð í august, fara vit á upsaveiði, og vit eru spentir upp á tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman.

Meðan Tórhallur Randrup er skipari á Sjagakletti, er John Martin Poulsen skipari á Gullbergi.

Aftrat Sjagakletti og Gullbergi, eru nú eisini Vesturleiki og Brestir, sum eru umbygdir til frysting umborð, á sínum fyrsta túri á makrelveiði.

- Teir fara at royna á sama hátt sum vit, og teir leggja eisini fyri við makrelinum, nú hesin parturin av flotanum hevur fingið part av felagskvotu, sum vónandi verður eitt gott íkast til raksturin, bæði hjá skipi og manning, sigur Tórhallur Randrup, skipari á Sjagakletti.