Hava nú funnið 41 lík á sjónum

Brasilsk og fronsk bjargingarfólk funnu í gjár 16 lík frá Air France-flogfarinum, so nú eru líkini av 41 av teimum 228, sum vóru við flogfarinum, funnin Tey funnu líkini verða flutt við tyrlu til brasilsku oynna Fernando de Noronha, har tey verða goymd í einum kølihúsi, til serfrøðingar skulu royna at staðfesta, hvørji tey eru.

Fimm skip hjá brasilska herflotanum og eitt franskt herskip eru á leitingarleiðini.

Eitt annað franskt skip er á veg hagar við tveimum amáum kavbátum, sum eftir ætlanini skulu royna at finna tann svarta kassan frá tí franska flogfarinum.