Hava nú bygt ein serbygdan bát afturat til Hetlands

Báturin kláraði seg væl í sjónum, siga tey á skipasmiðjuni í Føroyum

Síðsta vikuskifti handaði føroyska fyritøkan, KJ, aftur ein nýbygning til alifyritøkuna, Grieg Seafood í Hetlandi.

Hetta er nýbygningur nummar 52 hjá KJ.

KJ sigur í eini fráboðan í morgun, at talan er um eina tvíkilj, sum hevur fingið navnið “Courageous”, og hetta er onnur tvíkiljan, sum Grieg Seafood fær frá KJ.

Courageous er 16 metrar long og átta metrar breið. Hann hevur tveir høvuðsmotorar upp á 410 Hk hvør, og ein 115 KVA ljósmotor.  

Av deksútgerð kann nevnast, at hann hevur ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons deksspæl, eitt annað spæl upp á trý tons og tvey upp á tvey tons.

Tvíkiljan er útgjørd við koyggjum, messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Courageous legði frá landi í Fuglafirði leygardagin, og stevndi inn á Lerwick í Hetlandi eitt lítið døgn seinni.

– Tvíkiljan kláraði seg sera væl í sjónum, eisini úti á opnum havi, hóast veðrið ikki var av tí besta, siga tey á KJ.