Tað hevur gingið so væl í Føroyum seinastu árini at peningakassin hjá Arbeiðsloysisskipanini stendur at bresta.
Og tí hevur stýrið fyri nú mælt til, at inngjaldið í ALS verður lækkað, samstundis sum at útgjaldið verður hækkað.
Og nú fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum at seta eina kunngerð í gildi um at lækka inngjaldið hjá løntakarum og arbeiðsgevarum, 0,25 prosent, so at tað verður eitt prosent.
Samstundis fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka útgjaldið til tey, sum eru arbeiðsleys.
Í løtuni er arbeiðsloysisstuðulin 75 prosent av lønini, men nú hækkar hann upp í 80 prosent av lønini.
Men sum støðan er nú, kann eingin fáa meiri enn 17.500 krónur í arbeiðsloysistuðuli um mánaðin. Tað hámarkið verður nú hækkað 1.000 krónur, ella upp í 18.500 krónur um mánaðin.
Í 2013 var eginognin hjá ALS 207 milliónir krónur, men síðani hevur arbeiðsloysið verður so lágt, at nú er eginognin komin upp á heilar 910 milliónir krónur.
Annars er støðan tann, at bara arbeiðsloysið heldur seg undir 5,5 prosent, gevur ALS avlop.
Í løtuni er støðan hjá ALS tann, at skipanin klárar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull 12 ár í trekk og einum arbeiðsloysi upp á 10 prosent í seks ár í trekk, áðrenn tað endar galið.
Men síðani 1998 hevur arbeiðsloysið verið sløk fýra prosent í miðal, sigur Helgi Abrahamsen.
Verða broytingarnar framdar, verður mett, at ALS klárar fýra ár við einum arbeiðsloysi upp á 10 prosent, ella 6 – 7 ár við einum arbeiðsloysi upp á átta prosent.
Men landsstýrismaðurin ásannar, at tað er ringt at spáa um framtíðina, og tí ger stýrið fyri ALS vart við, at talan kann verða um at hækka inngjøldini og at lækka útgjøldini aftur, skuldu vit komið í eina støðu við høgum arbeiðsloysið í fleiri ár.
Men støðan hevur ikki altíð verið líka góð hjá ALS. Fyri nøkrum árum síðani var arbeiðsloysið so høgt, at í 2012 stúrdu tey í stýrinum fyri, at vórðu tiltøk ikki sett í verk, varð øll ognin hjá ALS burtur longu í 2014.