Hava mist gott 7.000 ferðafólk upp á ein mánað

Fyribils hava tey mist 57 prosent av ferðafólkunum

 

Tað eru framvegis einki tekin til, at gongd kemur á aftur loftvegis ferðasambandið ímillum Føroyar og útheimin. Ein nýggj uppgerð hjá Vágafloghavn vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, hava tað ferðast 129.638 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru heili 57 prosent minni enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Síðani korona fór at gera um seg í mars mánað, hevur tað verið ógvuliga tómligt á flogvøllinum. Serliga í apríl og mai misti flogvøllurin yvir 90 prosent av ferðafólkunum, tí tá ferðaðust ikki meiri enn 2.400 til 3.000 ferðafólk umflogvøllin.

Men so kom glið og spakiliga á aftur. Í juni vóru 9.945 ferðafólk um flogvøllin og tað eru 77 prosent minni enn í juni í fjør. Í juli var støðan upp aftir betri, tí tá fóru 32.181 ferðafólk um flogvøllin, men hóast tað er eitt stórt tað, er tað ikki meiri enn sløk helvtin av tí vanliga.

Og nú í august fall ferðafólkatalið aftur til 25.152 ferðafólk og tað er gott helvtin av tí, tað var í fjør. Tað eru eisini gott 7.000 ferðafólk minni enn í juli.  Orsøkirnar eru bæði, at summari fór at halla, og at korona brádliga tók seg upp aftur, og eitt nú gavst Atlantsflog at flúgva til Íslands.