Hava mist 13 milliónir í tómum fløskum

Føroyingar eru ikki serliga raskir at lata tómar fløskur og tóm blikk inn aftur í handlarnar.

Tøl frá Umhvørvisstovuni vísa, at bara hesi seinastu fimm árini eiga føroyingar slakar 13 milliónir til góðar fyri tóm blikk og tómar fløskur hjá teimum, sum selja slíkar drekkivørur.

Hetta er antin tí at tey sum hava keypt drekkivørur, hava tveitt tey tómu íløtuni burtur, ella tey hava latið tey inn aftur í handlar, sum ikki selja akkurát hesi sløgini og tískil hava tey onki pant fingið.

Hetta eru pengar, sum tey, ið keypa drekkivørur, eiga, men sum ongantíð verða kravdir aftur frá handlunum.

Í 2011 vórðu 80% av teimum íløtunum við drekkivørum, latin inn aftur. Tað svarar til, at heili 1.333.724 íløt ikki vórðu latin inn aftur og tilsamans er talan um 2,7 milliónir krónur í panti, sum ikki er útgoldin.

Í 2007 vóru bara 33% av íløtunum latin inn aftur

Tað svarar til, at hvør einasti føroyingur ikki hevur mist pant fyri 27 íløt.