Hava minni eftir at liva av

Fólk mugu leggja ein størri og størri part av inntøkuni á borðið fyri at fáa tak yvir høvdið og so er minni eftir at liva av

Fólk mugu brúka alsamt størri part av inntøkuni fyri at fáa tak yvir høvdið. Tað vísir ein uppgerð hjá Betri Banka. Betri Banki sigur, at bústaðarbyrðan verður alsamt tyngri hjá føroyingum. Bústaðarbyrðan er tann prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað.

 

##med2##

 

Betri Banki sigur, at orsøkin til, at bústaðarbyrðan veksur, er partvíst, at miðalinntøkan hjá føroyingum er lækkað eitt vet. Tað merkir, at higartil í ár hevur bústaðarbyrðan í Havnini verið 33 prosent og tað eru tvey prosent hægri enn í fjør. Tað merkir, at ein heilur triðingur av inntøkuni, eftir skatt, fer til at fáa tak yvir høvdið. Í landinum, sum heild er bústaðarbyrðan 22 prosent og tað eru trý prosent hægri enn í fjør.

 

Annars minkaði bústaðarbyrðan nakað herfyri, eftir kreppuna fyri 10-12 árum síðani og tað var serliga tí at rentan lækkaði munandi, men eisini tí, at skatturin lækkaði og lønirnar hækkaðu. Men síðani er húsaprísurin hækkaður so nógv, at tað etur allan fyrimunin av rentulækkingini og lønarhækkingum, upp – og meiri enn tað.