Hava ment nýtt orðfeingi

Nýggju teknini vera við í nýggju teknmálsorðabókini, sum teknmálstulkatænastan arbeiðir við.

 

Í mikudagsblaðnum hjá Sosialinum er samrøða við Høgna L. Højgaard, sum er fyrsti deyvi byggitøkningur í Føroyum. 

 

Tað eru tulkar frá teknmálstulkatænastuni, ið hava tulkað fyri Høgna L. Højgaard undir hansara lesturi á Tekniska Skúla í Tórshavn. Vit hittu tveir teirra, Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, eftir próvhandanina fríggjadagin.

– Fyri okkum hevur hetta verið ein heilt nýggj uppgáva, sigur Edny Poulsen, sum heldur tað hava verið sera spennandi at fylgj Høgna L. Højgaard hesi árini.

 

– Flokkurin hevur tikið væl ímóti okkum og Tekniski Skúli hevur veruliga verið ein góður viðleikari í allari tilgongdini. Umstøðurnar hjá okkum tulkum hava verið sera góðar alla tíðina, sigur Edny Poulsen.

 

– Størsta avbjóðingin hevur verið at hetta hevur verið eitt nýtt fakøki hjá okkum, og tí hava vit ikki kent øll fakheitini frammanundan. Tí hava vit verið noydd til – saman við Høgna, at finna fram røttu teknini og í summum førum at gera nýggj tekn.  Tað hevur verið avbjóðandi, men sera stuttligt og mennandi fyri okkum sum tulkar  eisini, sigur hon.

 

Nú er Høgni L. Højgaard so liðugur at lesa til byggitøkning, men nýggja orðfeingi fer tó ikki til spillis.

– Vit sita í løtuni og gera eina teknmálsorðabók, og seta eisini hesi teknini inn, fyri at tey ikki skulu fara í gloymskuna. Tað hevði verið spell, tá vit hava nýtt so nógva orku at menna tey, sigur Edny Poulsen, sum sigur, at teknmálsorðabókin er at finna her.

 

Tær báðar halda sjálvar, at tað hevur hjálpt nógv, at Høgni L. Højgaard hevði eina snikkaraútbúgving frá fyrr av.

– Vit tulkaðu eisini fyri hann tá, so vit kendu hann frá fyrr av. Bakgrundin innan snikkaravirki gjørdi eisini sítt til, at hann var væl inni í fakhugsanini frá byrjan av, og tað hevur hjálpt bæði honum og okkum væl, sigur Edny Poulsen.

 

Tulkingin hevur verið sonevnd simultantulking, tað vil siga, at tulkarnir hava tulkað, meðan lærararnir hava undirvíst, so tað hevur havt sera lítla ávirkan á undirvísingina annars.

– Høgni er eisini ein sera íðin næmingur og himprast ikki við at taka orðið í undirvísingini. Tá hava vit so stemmutulkað  hann, og tað hevur gingið sera væl, sigur Edny Poulsen.

 

Teknmálstulkatænastan er ein sjálvvirkandi stovnur undir Almannamálaráðnum. Á Tulkatænastuni starvast 3 tulkar fulla tíð, umframt eitt skrivstovufólk. Aðrið tulkar eru leyst knýttir at tænastuni.

– Stovnurin fær ómetaliga nógvar áheitanir, so vit hava úr at gera. Við tí arbeiðsbyrðu vit hava í dag, kundu vit gott havt seks, sjey tulkar í starvi, men játtanin loyvir tí tíverri ikki. Tørvurin er tó sera stórur, so vit vóna, at fáa eina hægri játtan framyvir og at umstøðurnar hjá teimum deyvu verða uppraðfestar, sigur Edny Poulsen at enda.

 

Les samrøðuna við Høgna L. Højgaard og Johan Eli Ellendersen, deildarleiðara á Tekniska Skúla í mikudagssosialinum.