Hava lumpað nógvan pening frá føroyingum

Løgreglan veit, at eisini føroyingar lata seg lumpa av falsarum á alnetinum

Áki Bertholdsen

Eisini føroyingar lata seg viðhvørt lumpa av falsarum á alnetinum.
Tað veit løgreglan í Føroyum.
Bergleif Brimvík á kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum sigur, at har kenna teir væl til hetta slagið av brotsverkum, har alnetið verður brúkt at lumpað pengar burturúr fólki við.
 Vit vita um fólk, sum hava latið seg lokkað til at betala tí tey hava latið seg freistað av einum góðum tilboði á alnetinum, sigur hann.
Tað, sum fólk hava goldið, er alt frá nøkrum fáum túsund krónum til yvir 100.000 krónur.
Hann sigur kortini, at enn hava ongi fólk beinleiðis meldað hetta slagið av brotsverkum fyri løgregluni í Føroyum.
Bergleif Brimvík heldur, at ein orsøk til at fólk halda seg afturvið at melda, er, at tey halda kanska at tað er ov pínligt, at tey skulu hava latið seg lokkað so lætt og tí dylja tey tað, heldur enn at melda.
Men hóast løgreglan í Føroyum ikki arbeiðir við nøkrum beinleiðis máli av hesum slagi, hevur hon to eitt vakið eyga við hesum slagi av brotsverkum.
 Hvørja ferð okkurt nýtt stingur seg upp á hesum øki, boðað vit deildini fyri fíggjarligan kriminalitet hjá donsku løgregluni frá.
Løgreglan hevur fleiri ferðir ávarað fólk um at svara teldubrøvum, har teimum verður lovað stórar vinningar.
Og tað ávaringina hevur hann onki ímóti at endurtaka.
 Øll slík teldubrøv skulu beinast burt, tí tann, sum fær slík brøv, kann vera púra vísur í, at talan er um svik og tann lovaði vinningurin kemur aldrin, sama, hvussu føgur lyftini eru. Tað endar altíð við, at fólk verða biðin um at upplýsa kontonummar ella at gjalda okkurt slag av avgjaldi og summi verða enntá biðin um at gjalda fleiri ferðir, líka til tey varnast, at okkurt er galið, men tá er ov seint, sigur Bergleif Brimvík.

Les eisini greinina "Ávaring: Vinn á alnetinum og betal".