Hava loyst flestu trupulleikarnar hjá suðuroyingum

Nú eru tað tríggir dagar, har tað ikki ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag

Atlantsflog hevur broytt ferðaætlanina í februar og í mars og hendan dagin gjørdi Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vart við, at hetta var ein stórur smeitur fyri Suðuroyar sjúkraús – og fyri suðuroyingar sum heild. Tað, hann hugsar um, at bæði leygardag og sunnudag er bara eitt flogfar, men ferðaætlanin er so ólagalig, at teir suðuroyingar, sum koma til Føroya leygardag, sleppa ikki suður fyrr enn sunnudag og teir suðuroyingar, sum skulu av landinum sunnudag, mugu til Havnar leygardagin.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ein stórur trupulleiki fyri Suðuroyar Sjúkrahús

 

Beint í hølunum á tí gjørdu báðir suðuroyartingmenninir fyri Javnaðarflokkin, Henrik Old og Bjarni Hammer, greitt, at hetta kundi ikki góðtakast og teir søgdu, at teir fóru at reisa málið í Løgtinginum.

 

Les meiri her: Hetta kunnu suðuroyingar ikki góðtaka

 

Les meiri her: Fær avleiðingar fyri bæði sjúklingar og suðuroyingar

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, sigur, at tey tóku málið upp og nú hava tey funnið eina loysn á tí mesta av trupulleikanum. Hon sigur, at tað er bara nú í februar og til 20 mars, at ferðaætlanin er broytt. Tað merkir, at tað eru fimm sunnudagar, har suðuroyingar, sum skulu av landinum, mugu norður leygardag. Men hon sigur, at tann trupulleikin er nú loystur við, at tyrlan er sett at flúgva úr Froðba hesar sunnudagarnar klokkan níggju um morgunin, so tað ber til ar fara norður við henni og at lukkast til flogfarið.

 

Legarkvøldið er støðan tann, at tað verða trý leygarkvøld, at suðuroyingar, sum koma við flogfarinum, ikki sleppa suður við Smyrli sama kvøld, men hini leygarkvøldini lukkast tey við Smyrli tí tá lendir flogfarið klokkan 19.50. Vit leggja dent á lenda til tíðina og so eiga tey at lukkast suður sama kvøld, so tað verða tvey leygarkvøld.

 

Jóhanna á Bergi sigur at tey eru hart rakt av koronu og tí er ikki grundarlag fyri meiri enn einum flogfari leygardagar og sunnudagar nú í februar og til síðst í mars, tá ið tað aftur verða fleiri flogferðir.  

 

Hon sigur samstundis, tey fáa rættliga nógvar áheitanir í sambandi ferðaætlanina frá alskyns áhugabólkum, men at tað ógjørlig at gangaø llum ynskjum á møti. Men hon leggur afturat, at tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, og sum flúgva við Atlantsflog, bæði sjómenn, tey, sum arbeiða í frálandavinnuni, og onnur. Og tey vilja sleppa til Keypmannahavnar so tíðliga um dagin sum gjørligt fyri at lukkast til onnur flogfør út í heim, og tey vilja eisini hava, at Atlantsflog flýgur heim so seint á kvøldi sum til ber, so at tey lukkast uttan úr heimi til Keypmannahavnar.