Hava lopið ein aðalfund um

Formaðurin í Róðrarsambandinum ætlar skjótt at leggja frá sær, og hann verður ikki ovfarin, um feløgini á aðalfundinum fara at sýna misnøgd við, at eingin aðalfundur varð hildin í fjør

Hægsta vald RSF er aðalfundurin, sum verður hildin áðrenn 1. apríl, og skal verða fráboðaður feløgunum skrivliga og við lýsing í bløðunum minst ein mánað frammanundan.
Soleiðis ljóðar fjórða grein í ásetingunum fyri Róðrarsamband Føroya, RSF. 2. hvítusunnudag, sum er nú mánadagin ella 16. mai, verður aðalfundurin fyri í ár hildin. Tað man vera komið fyri bæði eina og fleiri ferðir áður, at feløg eru farin eitt sindur út um ásettu freistina, áðrenn aðalfundurin er avgreiddur. Men í RSF er tað merkisvert, at als eingin aðalfundur var í fjør.
Hannis Joensen greiðir soleiðis frá, tá ið vit spyrja, hvussu tað ber til:
- Tað er eingin umbering nóg góð fyri ikki at hava hildið aðalfund. Veruleikin er tann, at roknskapurin var ikki klárur, tá ið aðalfundurin í fjør skuldi verða hildin. So gekk tíðin, og tá ið fundurin ikki hevði verið undan kappróðrarárinum í fjør, so varð tað til tað, at hann ikki kom fyri fyrrenn nú í ár.
Roknar tú ikki við, at limafeløgini mánadagin fara at geva til kennar, at tey ikki eru nøgd við, at aðalfundurin ikki var í fjør?
-Tað hava tey allan rætt til at geva til kennar, heldur RSF formaðurin.
Seks limir eru í RSF nevndini. Sambært ásetingunum verða formaðurin og næstformaðurin valdir annaðhvørt ár av aðalfundinum at sita í tvey ár. Harafturat verða tveir nevndarlimir valdir annaðhvørt ár at sita í tvey ár.
Tá ið eingin aðalfundur var í fjør standa allir seks nevndarlimirnir fyri vali í ár. Fyri teir, sum áttu at staðið fyri vali í fjør, skulu limir veljast í eitt ár.
Kassameistarin, Dánjal Petur Poulsen, hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Tað hevur skrivarin, Sjúrður Gullbein, eisini gjørt. Tað vil við øðrum orðum siga, at í hvussu so er tveir nýggir nevndarlimir skulu finnast.
Formaðurin seinastu mongu árini, Hannis Joensen, boðaði longu í fjør frá, at hann ætlaði at taka seg burturúr nevndararbeiðnum. Nú sigur hann, at um feløgini ynskja tað, so fer hann at umhugsa, um hann skal verða sitandi í eitt ár afturat, men tað verður undir ongum umstøðum í meiri enn eitt ár.