Suðuroyar Sparikassi verður framhaldandi høvuðssponsor trý tey næstu árini hjá Vágs Kappróðrarfelag.
Hetta skrivar Suðuroyar Sparikassi á síni heimasíðu.
Vágs Kappróðrarfelag er eitt felag við nýhugsan, og hetta sæst aftur í kørmunum, tey geva ungdóminum og góðu úrslitunum, eitt nú í inniróðri. Vit í Suðuroyar Sparikassa fegnast um at hava longt sponsoravtaluna enn einaferð. Gott róðrarár til nevndina og allar manningarnar, skrivar ss.fo.