Á G! fara tey nú undir seinastu konsertirnar og tað hava tey løtt til við eini stemingsfullari sangløtu.
Sangløtan á G! er akkurát liðug og nú fara fólk at fyrireika seg til høvuðsnavnið, Nephew, sum fer á pall beint nú.
Seinni spæla eisini Boys In A Band, Laid Back og Spælimenn, áðrenn G! endar einaferð mitt í nátt.
Í ár vóru tað Eivør Pállsdóttir og Teitur Larsen, sum, saman við bólkinum, Konfekt, leiddu tey mongu fólkini á sandinum ígjøgnum sangløtuna.
Tey sungu kendastu sangir úr føroyska sangskattinum og sum sangløtan leið, komu fleiri gestasangarar á pallin, eitt nú Finnur Koba, sum sang um forelskaða sjónleikaran, Terje Rasmussen, sum sang um Eros og ljóðmyndina. Afturat teimum vóru eisini Sámal Ravnsfjall og Jóan Jacob Guttesen og Elin Heinesen á palli.
Og sum rosinan í pylsuendanum kom veteranurin, Simme, á pall og sang um eitt Sunnukvøld í Plantasjuni og um Rasmus.
- Ein hópur av fólki var á sandinum og tey sungu væl við í dýrdarveðrinum í Gøtu í kvøld. Tað er mjørki, men turt og stilli, so tað verður ikki betri.
Myndin er av glaðum fólkum á sangløtuni, men undir myndasøvn longur niðri á síðuni, er ein hópur av myndum av G!, eisini av sangløtuni.