Amerikanararnir halda, at demokratarnir eru betur førir fyri at loysa fíggjarkreppuna enn republikanararnir Amerikanarar hava munandi betri álit á, at Barrack Obama, forseti, og tann demokratiski flokkurin eru førir fyri at leiða USA ígjøgnum fíggjarkreppuna, enn republikanararnir høvdu verið.
Í einari kanning hjá CNN siga 58 prosent av teimum spurdu, at forsetin hevur ætlanir og arbeiðir miðvíst fyri at leiða tjóðina burtur úr kreppuni. Hini 42 prosentini halda ikki, at forsetin er á rættari leið, men kortini halda bara 24 prosent, at tær ætlaninar, sum republikanararnir hava lagt fram, høvdu gjørt størri mun.
Kanningin hjá CNN vísir, at eydnast tað Obama at bjarga USA úr fíggjarkreppuni, verður hann sera væl umtóktur.










